Sjálvboðið arbeiðið

A-SandinumÍ Vági eru sterkar siðvenjur fyri at seta í verk og gera stór arbeiðir grundað á sjálvboðna arbeiðsmegi.

Stóra dagliga virksemi í ítróttar-, mentanar- og frítíðarfelagsskapum er eisini í heilt stóran mun grundað á sjálvboðið arbeiði.

Sjálvboðna arbeiði hevur sín uppruna í, at fólk her á staðnum hava vilja og áræði til at gera mun, bæði tá umræður at gleða onnur fólk, gleða bólkar av fólkum og gleða fólki her á staðnum sum heild. Felagsnevnarin fyri sjálvbodna arbeiðinum er, at tey eru grundaði á áhugan fyri og ynski um at hjálp til.

Í Vági eru ein long røð av sjálvbodnum, sum eru virkin antin í skipaðum felagsskapum ella í sjálvbodnum toymum, sum gera avmarkaðar uppgávur. Ítróttarlívið er í stóran mun grundað á sjálboðið arbeiði. Somu viðurskifti eru galdandi í flest øllum frítíðar og mentanarfeløgum í Vági. Ikki minst, so hava sjálvboðin í Vági gjøgnum árini í felag lyft eitt ótal av megnar uppgávur, m.a. tá VB-húsið varð bygt, sluppin Johanna TG 326 sett í upprunastand, grindabátarnir settir í stand, Garðabrúgv og Stóra Pakkhúsi endurreist, tá park varð gjørd á Sandinum, og nú langhylur verður bygdur inni á Oyrunum.

Sjálvbodna arbeiðið myndar onkursvegna sálin í fólkinum, sum her býr. Sjálvbodna arbeiðið hevur alstóran týdning fyri heildina. Sjálvboðið arbeiðið styrkir harumframt í nógvum førum um persónligar førleikar, og ger eisini mun, tá søkt verður inn á inn á útbúgvingarstovn ella roynt verður at fáa arbeiðið.

Fyri tann einstaka skapar sjálvboðið arbeiðið eisini netverk og lívsgleði, og er ein jaligur partur av gerandisdegnum – hvat er tað ikki lívsjáttandi at kunna gera mun!

Gerst sjálvboðin, tí tú kann eisini gera mun !

Her finnur tú eitt yvirlit yvir hvørji sjálvboðin arbeiðir tú kann gera!