Er tín fyritøka áhugað í at taka lut í sjálvbodnum arbeiði?
Nógvar fyritøkur í Vágs kommunu eru í dag sera virknar, tá umræður at verða partur av sjálvbodnum arbeiði. Fyritøkur kring fjørðin er góðir fíggjarligir stuðlar hjá ítróttar-, frítíðar- og mentanarlívinum í Vági.
Umframt fíggjarligan stuðul, so ber eisini til hjá fyritøkum at lata arbeiðsfólk at hjálpa til við loysa avmarkaðar uppgávur, sum krevja ávísan fakligan førleika.
Er tín fyritøka áhugað í at verða partur av sjálvbodnum arbeiði í Vágs kommunu?