Heimasíða til sjálvboðið arbeiðið

StoraPakkhus-2000 (2)Sjálvboðið arbeiðið hevur stóran týdning fyri trivnaðin í Vágs kommunu.

Nógv fólk brúka stórar partar av teirra frítíð uppá sjálvboðið arbeiðið í Vágs kommunu, okkum øllum at frama.

Hendan heimasíðan – Portalur fyri sjálvboðin í Vági – er ætlað sum eitt amboð, ein stuðul og hjálp til feløg, felagsskapir, stovnar og fyritøkur, sum sóknast eftir fólki at gera sjálvboðið arbeiðið í Vágs kommunu. -Og sum ein møguleiki hjá fólki, sum hava áhugað í at brúka teirra frítíð uppá sjálvboðið arbeiðið í Vági.

Vónandi verður tikið væl ímóti síðuni.