Nú Páls Høll er latin upp fyri almenninginum, kann eisini staðfestast, at sjálvboðin hava gjørt eitt megnararbeiðið inni á Oyrunum í Vági.
Fólk úr allari oynni, norðanfjørðs og útisetar á vitjan í Suðuroynni hava brúkt 1.000 tals tímar í Páls Høll seinastu 5 árini, frá tí at verkætlanin varð byrjað, til hon nú tann 17. oktober 2015 lat upp fyri almenninginum.
Uttan hetta megnararbeiðið, ið sjálvboðin hava gjørt, hevði verkætlanin neyvan borið á mál.