Vaska langhylin kl. 13 tórsdagin 30. juli

2015-07-Ljósini-langhylurin

Í samband við at tøkningar frá Myrtha Pool koma og gera barnahylin lidnan og langhylin kláran til vatn-áfylling, skal langhylurin vaskast.

Vaskað verður við bil-bustum á skafti. Vaska verður við vatni. Arbeiðið er ikki krevjandi.

Heitt verður á fólk um at taka við bilbust á skafti, um tey eiga slík amboð.

Øll eru hjartaliga vælkomin at hjálpa til. Byrjað verður kl. 13.00 tórsdagin 30. juli.