Rudda í langhylinum 15. okt.

2014-10-Flisalegging (1)Ónsdagin 15. oktober 2014 kl. 16:00 verður farið í langhylin at rudda.


Í langhylinum verður gjørt klárt til Vælverudepilin. Har skal ruddast út, so at hitapottar, sauna, gosbað og annað kann setast upp.

Alt, ið stendur inni í Vælverudeplinum skal berast niðan í svimjihylin, har eru banatog og membranar.

Brúk er fyri at vaksnir menn eru við (til tað tunga). Harumframt koma svimjarar frá 1. liðið hjá Susvim eisini at hjálpa við at rudda og bera.