Mála í langhylinum leygardagin kl. 10

2014-07-29 Flisar-fitnessrum-kantinaLeygardagin 2. august kl. 10 verður aftur farið at mála í langhylinum.

Svimjihøllin skal málast fyri 3. og seinastu ferð. Tá hetta er gjørt, so er allur síðubygningurin og svimjihøllin liðug málaði. Eftir eru 4 smærri goymslurúm og so vælverudepilin, sum verður málaður um mánaðarskifti august / september.

Møtt verður í langhylinum leygardagin kl. 10 – og øll eru hjartaliga vælkomin at hjálpa til.

 

Myndin vísir fitnessrúmið og kantinuna, sum er liðugt málað og flisa-arbeiðið er eisini liðugt hesa vikuna.