Sjálvboðin planta á Sandinum

2014-07-23 Planta (2)Í juli hava sjálvboðin plantað runnar og trø á Sandinum.

Tilsamans hava sjálvboðin planta umleið 500 runnar og trø á Sandinum í juli.

Arbeiðsmenn hjá Vágs kommunu høvdu gjørt økið klárt til plantingar, hetta í samband við at fleiri nýggjar dreningar eru grivnar – og moldin síðani løgd upp í heyggjar. Hetta lætti nakað um arbeiðið at planta.

Millum runnar og trø, sum í summar eru plantaði, eru caprifoli’ir, lerkur, fuxia (Kristi blóðdropar), og caprifoliir.

Fleiri myndir eru her.