Planta á Sandinum ónsdagin

A-Sandinum-bornÓnsdagin 23. juli kl. 10 verður farið at planta á Sandinum í Vági.

Fiskimálaráðið, sum umsitur játtanina til plantustuðul, hevur játtað stuðul til plantur á Sandinum. Gjørt er klárt at planta, nýggjar dreningar eru eisini grivnar; og ónsdagin kl. 10 eru sjálvboðin vælkomin at hjálpa til við at planta á Sandinum.