Sjálvboðin gera megnararbeiðið í langhylinum

2014-07-19 Mala (1)Leygardagin 19. juli vóru sjálvboðin aftur í langhylinum í Vági og málaðu. Eini 15 fólk gjørdu eitt megnararbeiðið og málaðu tilsamans millum 800 og 900 fermetrar.

Á heimasíðuniwww.svimjihollin.comverður greitt frá, at tað gongur væl at mála.

Kantina og fitnessrúmið er liðugt málað. Veggirnar har balkon’in í svimjihøllini er, eru lidnir málaðir. Og veggirnar í 70 m. longu og 23 m. breiðu svimjihøllini eru eisini málaðir.

Tilsamans blivu millum 800 og 900 fermetrar málaðir leygardagin, summa staðni upp í 7 metra hædd.

Nú er eftir at mála veggirnar í svimjihøliini 3. ferð, so er liðugt mála í stóru svimjihøllini. Nøkur smærri goymslurúm og vælverudeplin skulu eisini málast. Goymslu rúmini verða málaði áðrenn Ólavsøku, meðan vælverudepilin verður málaður í august.

Flisaarbeiðið í skifti- og brúsurúmunum, wc’um og starvsfólka og goyslurúmum í síðubygninginum er nú liðugt. Og farið verður í komandi viku undir at leggja flisar í kantinuni og í fitnessrúminum.

Fleiri myndir eru á www.svimjihollin.com