Stoyptu í Kleivini og á Garðabrúgv

Stoypa GarðabrúgvFríggjadagin fóru sjálvbodnir at bøta um holir í dráttinum oman í Kleivina og á Garðabrúgv.

Betonbilurn var ikki heilt tómur, og tað høvdu tveir mans frætt um, og so fóru teir í sving.

Betonbilurin fór fyrst vestur á Eiðið, har teir báðir fyltu beton í holur oman eftir dráttinum oman í Kleivina.

Hareftir varð farið út á Garðabrúgv, har restin av betoninum varð fylt í holur í betoninum í Garðabrúgv.