Rudda í langhylinum fríggjadagin

2014-03-17 LanghylurFríggjadagin 28. mars kl. 13 verður farið at rudda út úr svimjihøllini á Oyrunum, út í last, sum stendur við inngongdina.

Nakað av pappi, pappíri, timbri, plastikki og annar pakningur er savnaður í rúgvu inni í svimjihøllini og skal flytast út í lastina, og verður síðani burturbeint hjá IRF.

Hetta er ikki strævið arbeiðið og tekur neyvan meiri enn 2 tímar.

Gongst væl at rudda út, so verður eisini farið at rudda ymisk burtur uttanfyri bygningin.

Øll hjartaliga vælkomin at hjálpa til.

Møtt verður kl. 13 í langhylinum.