Hjálparfólk í langhylinum tórsdagin

2014-03-17 Hjalparfolk-skraningTórsdagin 20. mars kl. 9 verður hildið áfram við arbeiðinum  at gera skráningin í 50 m. hylinum lidnan og kláran til at stoypa.

Tilfarið (skervur og smágrót) liggur í botninum, har skráningurin er, men skal spreiðast út og leggjast javnt, soleiðis at klárt er at leggja bjálving og síðani stoypa botnin.

Arbeiðið fevnir um at flyta skerv og smágrót nakrar metrar.

 

Samband

Áhugaði kunnu siga Dennis Holm (tlf. 222928, dholm@olivant.fo) ella Jón Bjarnason (á Facebook) frá.