Sjálvboðin ruddaðu kring Vatnið

Vatnid-2013Í vikuni hava sjálvboðin vaksin og børn ruddað kring Vatnið í Vági.

Veðrið í vetur hevur ført við sær, at nakað av óruddið er skolað uppá land ymsastaðni. Við vindinum er nógv fokið úr fjørðini og av Eiðinum til nærhendis økið.

Kring Vatnið hevur ligið nakað av flamingo framvið gøtunum. Í vikuni fóru vaksin og børn sjálvboðin við posum at taka hetta upp, soleiðis at tað nú aftur sær gott út rundan um Vatnið.

Sjálvboðið arbeiðið kann verða so nógv.

Vit eru nógv, sum fegnast um, at ruddað varð rundan um Vatnið.